Job Detail
Fólk til HSEQ og Manningadeildina   ( Assistant )   -   OFFICES
 
Job Description:
Thor søkir eftir fólki til HSEQ & Manninga deildina

Vegna umlegging av deildunum hjá Thor hava vit tørv á ágrýtnum fólki til HSEQ (Heilsa, Trygd, Umhvørvi og Góðska) og manningadeildina.

Arbeiðsuppgávurnar fevna um m.a.:
• Røking av skips- og manningarskjølum
• Viðlíkahald av HSEQ standardardum hjá felagnum
• Logistikk í sambandi við manningarskiftir
• Uppfylging av skips- og skrivstovukanningum

Á skrivstovuni í Hósvík starvast í løtuni 14 fólk sum arbeiða innan leiðslu, HSEQ, roknskapi, manning, innkeypi og tøkni.

Fyritreyt at tú:
• Dugir væl við fólki
• Dugir flótandi enskt, bæði í talu og skrift
• Dugir væl at seta teg inn í nýggjar KT skipanir
• Er samstarvs- og kundasinnað(ur)
• Tað er ein fyrimunur at tú hevur hægri útbúgving

Setanartreytir:
Størvini vera sett skjótast gjørligt. Løn sambært avtalu.
Sendi umsókn við CV via okkara heimasíðu: https://thor.fo/?p=70
Ella senda til við teldupostiðt til justin@thor.fo
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Justin Philbrow á justin@thor.fo ella á telefon 585810.

P/F THOR eigur og rekur skip í oljuvinnuni og hevur annað virksemi í hesum sambandi, serligani innan seismiska support. Víst verður til heimasíðu okkara www.thor.fo
THOR · FO-420 Hósvík · Faroe Islands · Tel 422503 · Fax 422383 · thor@thor.fo · www.thor.fo
 
Qualification:
 
         
Session will time out in 1 minute.
Do you want to extend your session?



Time left:
60